Betri og støðugari net heima við Teltonika
Er tú troytt/ur av at bíða eftir teknikara, ella dettur tráðleysa netið út, tá ið øll brúka netið? Vit hava valgt tey bestu tólini frá Teltonika, ið loysa tínar nettrupuleikar alt fyri eitt.

 Til húsarhaldið ið krevur tað besta

  • RUTX50 (5G/Fipur Routari):
    • Hví velja hendan? Hevur tú ikki fipurbreiðband? Við RUTX50 fært tú mest burturúr nýggja 5G netinum í Føroyum. Hann er sera skjótur og støðugur.
    • Gott til: Gamara, stroyming í 4K og húsarhald har nógv eru á netinum í senn.
  • RUTM10 (Fipur Routari):
    • Hví velja hendan? Hetta er ein sterkur routari til tín, ið longu hevur fipur í húsunum, men vil hava ein routara, ið er tryggur og sum altíð riggar.
Farvel til “blind øki”
  • TAP400 (Access Point):
    • Hví velja hendan? Hevur tú trupulleikar við at netið ikki røkkur út í øll horn í húsinum? TAP200 verður sett upp á ein vegg ella uppundir loftið, og syrgir fyri at Wi-Fi er í øllum rúmum. Hann er lítil, diskretur og sera effektivur.
Fullkomið til kampingvognin ella summarhúsið
Hevur tú ein kampingvogn, sum stendur kring landið, ella ein bát ?
  • RUTX50 er tann ultimativa loysnin, tí hann fangar 5G signalið munandi betri enn ein vanlig fartelefon. Tú fært ein sterkan Wi-Fi dekning kring kampingvognin ella bátin, so øll familjan kann stroyma film og brúka netið samstundis.
  • Lág streymnýtsla: Teltonika tólini brúka sera lítið av streymi, so tú nýtist ikki at stúra fyri, at battaríið á bilinum ella bátinum verður tómt beinanvegin.
230V ella beint í 12V /24V skipan
Øll Teltonika-tólini (RUTX50, RUTM10, o.s.fr.) eru løtt at montera heima og í akfør:
  • Bilur & Lastbilur: Koyr beinleiðis á 12V/24V uttan brúk  av umformarum.
  • Bussar & Ferjur: Fullkomið til at bjóða 5G-net (og Wi-Fi) til ferðafólk við einum støðugum sambandi.
  • Bátar & fyribils loysnir: Sterka aluminiumshúsið og ídnaðardygdin ger, at tólini tola væl ristingar og rull á sjónum.
Hin ultimativa trygdin: Teltonika + QuWireless + Starlink Failover
Hevur tú longu Starlink umborð, ella hugsar tú um at fáa tær tað? Við at brúka Teltonika RUTX50 og Quspot AX50s sum “heilan” í skipanini, fært tú eina netloysn, ið bókstavliga ongantíð svíkur – hvørki við land ella langt úti á havi.
 
Hvat er QuWireless?

QuWireless ger serstøk “antennuhús” (pakkaloysn), har tú setur tín Teltonika rutara inn í sjálva antennuna. Hetta er ein sonn “alt-í-einum” loysn til 5G, Wi-Fi og enntá Starlink.

 
TSW202 – Tann ultimativi switchurin til videoeftirlit og streymstýring
Hevur tú tørv á at knýta nógv tól at netinum í senn – eitt nú eftirlitsmyndatól (CCTV), accesspunkt ella IP-telefonir? So er TSW202 tann rætti “arbeiðshesturin” til uppgávuna.
 
 ——————————————————————————-
 
Hvat er so gott við TSW202?
  1. Streymur gjøgnum netkaðalin (PoE+):
    TSW202 hevur 8 Gigabit-portur við PoE+ (Power over Ethernet). Hetta merkir, at switchin sendir bæði internet og streym gjøgnum sama netkaðal. Tú sleppur undan at trekkja dýrar streymkaðalar ella at hava stikkontaktir standandi við hvørt einasta myndatól ella accesspunkt.
  2. Stór orka til nógv tól:
    Við einum samlaðum streym-budgetti heilt upp til 240W, kann TSW202 veita streym sjálvt til tey mest krevjandi tólini uttan trupulleikar. Hetta ger hann ideellan til avanseraðar eftirlitsskipanir á skipum, goymslum ella í størri heimum.
  3. Managed Switch – Full stýring:
    Mótvegis einum vanligum switchi, er TSW202 ein Managed L2/L3 switch. Hetta merkir, at tú via telduna kanst stýra ómakaleyst, hvørji tól sleppa á netið, og tú kanst raðfesta ferðina til tey mest týdningarmiklu tólini (t.d. tryggja at videoeftirlitið altíð koyrir væl, sjálvt um onkur stroymir film).
  4. SFP-portur til skjótt fipur:
    Umframt tær 8 vanligu portrini, hevur TSW202 eisini 2 SFP-portur. Hesar verða brúktar til fipurkaðalar, so tú kanst knýta switchin at netinum yvir sera langar frástøður (fleiri kilometrar) uttan at missa ferð – perfekt til at binda saman ymiskar bygningar ella tøknirúm á einum skipi. Kann eisini brúkast til tvey vanlig eyka RJ45 portur.
  • Hví er fyrimunur við einari útiloysn?
  1. Betri signalstyrki:
    Vanliga missir tú signalstyrki, tá tú brúkar langar antennukaðalar frá einum routara inni í húsinum og út til eina antennu á takinum. Við QuWireless situr rutarin inni í sjálvari antennuni, so tú fært 100% styrki úr 5G beinleiðis inn í tólið.
  2. Frálík Wi-Fi tøkni (AX50m/AX50s):
    Hesar antennurnar hava innbygdar Wi-Fi antennur eisini. Tað merkir, at tú fært eitt sera sterkt Wi-Fi signal uttanfyri – fullkomið til altanina, túnið, ella um tú ert á dekkinum á einum báti.
  3. Bygt til føroyska veðurlagið:
    QuWireless antennunar eru IP67-góðkendar. Tær eru gjørdar at standa úti í føroyskum regni, vindi og sjóroki alt árið, meðan tín Teltonika routari situr trygt og turrur inni í kassanum.
  4. Ein kaðal (PoE):
    Tú nýtist bert at trekkja ein netkaðal upp til antennuna. Hesin kaðalin flytur bæði internetið og streymin (Power over Ethernet – PoE). Tað gerst ikki einklari.
 

Hóskar serliga væl til:

  • Øll heim – Routarar og onnur útgerð til øll heim. Fipur, kopar og 5G internet
  • Betonghús: Har 5G-signalið hevur ringt við at koma inn gjøgnum veggirnar. 
  • Bátar og skip: Set loysnina ovast í mastrina og fá fulla 5G-ferð og Wi-Fi á øllum dekkinum. Virkar saman við Starlink!
  • Summarhús: Har tú vilt hava best møguligt samband uttan at skula hugsa um routarar, ið standa og taka pláss inni.
 

 

Fylg okkum